Um ca átta mánaðir, 3.–9. juli 2027, hýsa Føroyar Betri Oyggjaleikunum. Fyriskiparnir kalla tað størsta tiltak, sum higartil hevur verið í Føroyum, og vænta einar 2.500–3.000 gestir. Íðkarar, venjarar, hjálparfólk og gestir koma úr 23 oyggjasamfeløgum kring allan heim at kappast í 14 ítróttagreinum.

Fyri gistingarstøð, matstovur, handlar og flutningsfyritøkur verður hetta ein serlig vika – men eisini ein vika, sum krevur fyrireiking. Leikirnir verða nevniliga hildnir mitt í hágárstíð fyri ferðavinnu, tá ið nógv ferðafólk annars eru í landinum.

Leikirnir í stuttum

  • Dagfesting: 3.–9. juli 2027
  • Gestir: einar 2.500–3.000 úr 23 oyggjasamfeløgum
  • Ítróttagreinir: bogaskjóting, frælsur ítróttur, badminton, kurvabóltur, súkkling, fótbóltur, fimleikur, judo, skjóting, svimjing, borðtennis, tennis, triathlon og flogbóltur/sandflogbóltur
  • Leikvøllir: 34 leikvøllir í 18 býum og bygdum deilt yvir seks oyggjar
  • Søga: Føroyar hýstu leikunum seinast í 1989. Upprunaliga skuldu Føroyar vera vertir í 2031, men tóku við í 2027, tá ið Ynys Môn tók seg aftur.

Ikki bert í Havn

Ein týdningarmikil munur í mun til mong onnur stórtiltøk er, at Oyggjaleikirnir verða spjaddir um alt landið. Fótbóltsdystir verða m.a. á Eiði, í Fuglafirði, í Leirvík, í Norðragøtu, í Sandavági, í Sandoy, á Skála, í Sørvági, í Toftum, í Trongisvági og í Vági. Sandflogbóltur verður í Fuglafirði og í Sandavági, og flogbóltur í Klaksvík. Frælsur ítróttur verður á nýumvældu Tórsbreyt í Havn, har hálvmaraton eisini verður runnið í og kring býin.

Hetta merkir, at íðkarar, liðsleiðarar og áskoðarar fara at ferðast víða um landið alla vikuna. Fyri fyritøkur uttan fyri Havn er tað ein møguleiki at fáa gestir, sum annars ikki høvdu komið.

Nýggir og dagførdir leikvøllir

Í summar vitjaðu umboð fyri limaoyggjarnar Føroyar fyri at síggja leikvøllirnar. Sambært Guernsey Press vóru tey sera væl nøgd. Blaðið nevnir serliga nýggju hondbóltshøllina við umleið 3.000 situplássum, sum verður brúkt til kurvabólt, og eina 50 metra svimjihyl, har pláss er fyri 700–800 áskoðarum.

Gisting: Skúlar, hotell og privat útleiga

Fyriskiparnir hava valt at savna nógvar íðkarar í tveimum nýggjum skúlum á Marknagili – einum miðnámsskúla og einum fólkaskúla. Har verða felags baðirúm, køkur, so íðkararnir kunnu gera sjálvir til matna, felags rúm og Wi-Fi. Harumframt verða hotell í Havn, Klaksvík, Runavík og nær flogvøllinum brúkt, umframt sovisalir.

Ferðaskrivstovan Enjoy er gistingarveitari hjá leikunum, og Visit Faroe Islands hevur ábyrgdina av flutningi innanoyggja, gisting og vistarhaldi í fyrireikingarnevndini. Fyriskiparnir siga sjálvir, at eftirspurningurin eftir gisting í Føroyum er stórur um summarið, og at tað tí er neyðugt at leggja ætlanir í góðari tíð.

Ætlar tú at leiga út hús ella íbúð í leikavikuni, skalt tú hava í huga, at burðardygdargjaldið er galdandi. Gistingarveitarar, eisini privatfólk, sum leiga út sjálv ella gjøgnum portalar, skulu krevja 20 krónur fyri hvørja nátt av ferðafólki 16 ár og eldri, tó í mesta lagi 200 krónur. Frá 2027 skal gjaldið avroknast við TAKS.

Hvar liggja møguleikarnir?

Leikirnir vara bert eina viku, men gestirnir hava tørv á nógvum ymiskum tænastum. Her eru nøkur økir, har fyritøkur kunnu hugsa seg um longu nú:

  • Matur og drekka: Íðkararnir, sum búgva í skúlunum, gera sjálvir til matna. Tað kann geva matvøruhandlum, bakaríum og heildsølum størri søla. Matstovur og kioskir nær leikvøllunum kunnu eisini væntast at fáa nógvar gestir.
  • Flutningur: Tá ið kappast verður á seks oyggjum, er tørvur á bussum, leigubilum og billeigu. Tað loysir seg at seta seg í samband við fyriskiparnar í góðari tíð.
  • Upplivingar: Mong lið og áskoðarar hava fríar tímar millum kappingarnar. Stuttar túrar, bátsferðir, gongutúrar við ferðaleiðara og matupplivingar kunnu passa væl.
  • Handil: Ítróttavørur, minnislutir og føroysk handverk kunnu selja væl, tá ið so nógv útlendingar eru í landinum samstundis.
  • Sjálvbodin arbeiði: Fyriskiparnir rokna við einum vaksandi toymi av sjálvbodnum hjálparfólkum. Fyri fyritøkur kann tað vera ein møguleiki at stuðla og vísa seg fram.

Ein stórur fíggjarligur grundvøllur

Betri er høvuðsstuðlar, og hinir almennu samstarvsfelagarnir eru Atlantic Airways, Bakkafrost, SMS, MBM og Smyril Line. Saman við stuðli frá landsstýrinum var fíggjarligi grundvøllurin undir leikunum tryggjaður í september 2024.

Fyrireika teg nú

Oyggjaleikirnir eru eitt sjáldsamt høvi, tí so nógvir gestir koma til Føroya somu viku og ferðast um alt landið. Fyritøkur, sum vilja hava gagn av leikunum, eiga at kanna, hvat tær kunnu bjóða, og seta seg í samband við fyriskiparnar ella Visit Faroe Islands, áðrenn ætlanirnar verða endaliga lagdar.

Keldur

Mynd: Mihály Köles / Unsplash